Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Fleiri arbeiðsgevarar luttóku á kunnandi fundinum, sum Almannaverkið og Útlendingastovan skipaðu fyri í Vinnuhúsinum í síðstu viku. Á fundinum varð greitt frá nýggja átakinum fyri at fáa ukrainar út á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Almannaverkið hevur sett í verk starvsvenjingarskipan, sum skal hjálpa ukrainum og arbeiðsgevarum at koma í samband við hvør annan.

Arbeiðsgevarar hava nú møguleika fyri at skriva seg upp til starvsvenjingarskipan til ukrainar, og á tann hátt fáa ein persón í starvsvenjing í 1 mánað, og fær uppihaldsveiting frá Almannaverkinum.

Almannaverkið hevur verið í sambandi við ukrainarnar og hevur fingið eitt yvirlit yvir hvørjar uppgávur tey kunnu átaka sær og harvið finnur Almannaverkið ein persón sum hóskar seg til upplýstu uppgávurnar og arbeiðsplássið.

Tá starvsvenjingin er av, skal støða takast til møguleikan at koma í lønt starv.

Á fundinum greiddu Almannaverkið og Útlendingastovan frá, at tað er eitt ynski frá ukrainunum at koma í arbeiði og fleiri av teimum eru væl á veg at læra seg føroyska málið.

Um somu tíð er tað ein stórur tørvur á arbeiðsmegi og tí er at fegnast um, at síggja so nógvar arbeiðsgevarar til tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo