Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: Á samráðingarfundi í gjár, mikudagin 7. februar, varð avgerð tikin um at hava ein steðg í samráðingunum, meðan Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum saman við nevndini fyrireikar seg til aðalfund.

Pedagogfelagið hevur aðalfund leygardagin 2. mars.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vilja avgjørt, at partarnir skjótast til ber fáa í lag semju, soleiðis at arbeiðsgevarar fáa avgreitt lønirnar (lønarhækkan og lønarlyft) hjá starvsfólkunum, sum virka á økinum.

Tó virða vit ynskið hjá Pedagogfelagnum um at steðga við samráðingunum til eftir aðalfund felagsins.

Partarnir hava ikki ásett nýggjan samráðingarfund.

Sáttmálasamráðingarnar verða tiknar upp aftur, so skjótt sum nevndin í Pedagogfelagnum hevur skipað seg av nýggjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo