Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Plássið til leiðsluskeiðið við Steen Hildebrandt er avmarkað og nógv pláss eru longu farin – tryggja tær pláss nú! Freistin at tekna seg er mikudagin 7. mars.

Steen Hildebrandt er í 10 ár kosin besti MBA undirvísari í Danmark. Nú fært tú høvi at koma á skeið við honum og fáa alla ta nýggjastu vitanina innan leiðslurák, so tú ert 100% uppdaterað/ur sum stjóri ella leiðari.

Skeiðið er viðkomandi fyri øll í leiðandi størvum. Bæðir fyri stjórar og leiðarar í privatu vinnuni og innan tað almenna. Skeiðið er 19. mars kl. 09.00 - 15.30 og 20. mars kl. 09.00 - 12.00. Avmarkað pláss! 

Á skeiðinum viðgera vit vanliga leiðsluhugtakið, millum annað starvsfólkaleiðslu, HR og strategiska leiðslu. Harumframt verður serligur dentur lagdur á nýggj leiðslurák og tema, m.a. Disruption, globalisering, burðardygd, resiliens, heimsmálið hjá ST um burðardygga globala menning v.m.

Aftaná skeiðið ert tú før/ur fyri at eyðmerkja, lýsa og fyrihalda teg meiri aktivt og konstruktivt til sjálva leiðsluuppgávuna.   

Undirvísari er R, Ph.D., Steen Hildebrandt, sum er professari emeritus í organisatións- og leiðsluteori við Aarhus Universitet, adjungeraður professari í leiðslu við CBS, Copenhagen Business School og adjungeraður professari við Institut fyri filosofi og læring við Aalborg Universitet. 

Steen Hildebrandt verður roknaður sum fremsti leiðsluserfrøðingur í Danmark

Tekning HER! ella á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo