Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

SelviZach Arts by Stella Zachariassen hevur aftur í ár málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hesuferð verður framsýningin frá fríggjadegnum 27. Januar og heldur fram til og við týsdagin 1. Februar.

Heitið á málningaframsýningini er HEIMLANDIÐ, og eru hetta málningar hjá Stellu, sum lýsa Føroyar gjøgnum hennara eygu. Stella vísir við sínum málningum ymisk fyribrygdi, mentanarvirði, lív og náttúrustøð, sum hon fangar tað við sínum eygum. Eisini kann leggjast afturat at málningarnir eru sera litríkir.

Stella tekur í løtuni eina listútbúgving og tað er við hesum ymisku førleikum hon hevur málað hesar málningar.

Ein kapping er á hennara facebook síðu í samband við framsýningina. Lesið har um meira.

Opið verður soleiðis:
28/1. 12-18
29/1. 10-16
30/1. 14-18
31/1. 12-18
1/2. 12-18

Øll eru hjartaliga vælkomin

Tað ber til at síggja og lesa meira á facebook/SelviZach Arts og á Instagram/stella_zachariassen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo