Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Stella hevur í hesum førum valt at sýna fram eina seriu av málningum, sum varpa ljós á sálarliga heilsu, sum ger nógv um seg, eisini heima í Føroyum, og hevur hon valt at kalla framsýningina ”Motivatión”.

Málningarnir eru spekkaðir av uppmuntran til ein og hvønn og eru litfagrir og heitir.

Málningaframsýningin verður á Krosslíð 2 (ella Grønlandsvegi 38). Tað er á horningum Grønlandsvegur/Krosslíð.

Framsýningin er opin:

Hósdagin 28. juli frá kl. 14.00 – 20.00

Fríggjadagin 29. juli frá kl. 14.00 – 20.00

Leygardagin 30. juli frá kl. 14.00 – 20.00

Stella bjóðar eisini okkurt gott til góman og té og kaffi.

Øll eru vælkomin.

Fleiri málningar hjá Stellu síggjast eisini á https://www.facebook.com/SelviZachArts

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo