Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini og er minkaður úr 1,4% til 1,2% uppá eitt ár. Árligi fólkavøksturin var størstur í 2018, tá hann var yvir 1,6%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum. 

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Seinasta árið vaks fólkatalið við 620. Íkastið frá nettoflytingini, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 502, meðan íkastið frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, var 118.

Burðaravlopið er minkað nógv samanborið við undanfarna tíðarskeið. Færri børn eru fødd, og fleiri eru deyð enn í undanfarna tíðarskeiði. Ein partur av minkaða burðaravlopinum verður uppvigað av nettoflytingini, sum er eitt sindur størri í hesum enn í undanfarna tíðarskeiði.  Vøkstur hevur verið í bæði tilflyting og fráflyting, men av tí at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin, stendur nettoflytingin við. 

Tú sært meira um evnið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo