Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Hjalmar Hansen í starvið sum stjóra í Undirvísingarstýrinum frá 1. mai 2018 at rokna.

Undirvísingarstýrið er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum kemur at hava fyrisitingarligar rakstraruppgávur innan undirvísingarverkið um hendi.

Hjalmar Hansen er 50 ára gamal og útbúgvin Cand.Merc.(jur.). Harumframt hevur hann leiðsluútbúgving á masterstigi við serligum denti á námsfrøði og  prógv sum HR-ráðgevi.

Hjalmar Hansen hevur drúgvar undirvísingarroyndir umframt hollar leiðsluroyndir í skúlahøpi og innan onnur øki.

Síðan august 2015 hevur Hjalmar Hansen starvast sum vararektari og útbúgvingarleiðari á Miðnám á Kambsdali.

Frammanundan var hann deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali í 3 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo