Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hon eitur Denise Coates og er 52 ár. Og ongin annar persónur á bretskari jørð fær so nógv í løn sum hon.

Í fjør fekk hon 2,8 milliardir krónur í løn og vinningsbýti, ella 7,7 milliónir krónur um dagin alt árið. Og tað er met. Eisini árið fyri setti hon met, men tá fekk hon "bara" 6 mió kr um dagin.

The Guardian skrivar, at lønin hjá Denise Coates er 9.500 fer størri enn ein miðalløn í Stórabretlandi.

Á listanum yvir ríkar bretar er hon nummar 4.

Hon stovnaði í 2000 veddingarfyritøkuna Bet 365, og í dag er hetta ein av heimsins størstu fyritøkum av sínum slagi, við einum umsetningi uppá yvir 400 milliardir krónur.

Fleiri eru tó sum finnast at, tí í Stórabretlandi er bundni av eydnuspæli og ludomani ein stórur trupulleiki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo