Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Vága Floghavn hevur í dag havt forkunnuga vitjan.  Fyri fyrstu ferð hevur eitt farmaflogfar av slagnum Boeing C-17A Globemaster III sett seg í Vágum, og hetta er størsta flogfar, sum nakrantíð hevur sett seg í Vágum.

Talan er um eitt hernaðarflogfar hjá Royal Air Force, sum er ikki minni enn 52 m í veingjabreiði og 53 m í longd.  Flogfarið er næstan 17 m høgt og hevur eina mestu vekt á góð 265 tons.  Til samanberingar eru størstu flogførini hjá Atlantic Airways slakar 36 m í veingjabreiði, 37-38 m long, eru slakar 12 m høg og kunnu í mesta lagi viga um 80 t.

Boeing C-17A Globemaster III verða einamest nýtt sum flutningsflogfør til bæði sivilan, hernaðarligan og neyðhjálparflutning.

Endamálið við ferðini hjá bretska flogfarinum í dag var at venja lendingar í sambandi við neyðhjálparflutning til støð í heiminum, har lendingarbreytirnar eru styttri enn tað sum vanliga krevst til flogfør av hesi støddini.

- Fyri Vága Floghavn hevur tað týdning at fáa prógv fyri, at flogfør av hesi støddini eisini kunnu nýta flogbreytina.  Tí vóru vit sera spent uppá hesa vitjanina, tá umbøn kom um loyvi til hesar venjingarnar av lendingum og startum kom, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo