Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á skrivligan fyrispurning nr. 52 067/2026 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um niðurlegging av verkætlanardeildini hjá Landsverki
Spurningar:
1. Hvørjar ítøkiligar frágreiðingar, greiningar og metingar lógu til grund fyri avgerðini um at niðurleggja verkætlanardeildina á Landsverki?
2. Hvat er tann ítøkiligi munurin á verandi skipan og teirri nýggju skipanini, og hvørjir ítøkiligir fyrimunir eru mettir at standast av broytingini?
3. Varð ein heildarmeting gjørd av verkætlanardeildini, harundir teimum uppgávum og ábyrgdarøkjum, sum deildin røkir, teimum úrslitum, sum eru rokkin, og teimum avleiðingum, ið ein bygnaðarbroyting væntandi fer at hava?
4. Varð mett um aðrar loysnir enn eina fulla niðurlegging av deildini, so sum nýggjar mannagongdir, styrkt stýring ella onnur skipanarlig tiltøk kundu loyst?
5. Vórðu gjørdar nakrar skrivligar metingar av teimum avleiðingum, sum avgerðin kann fáa fyri uppgávuloysnina, starvsfólk og aðrar skipanareindir á økinum?
6. Varð gjørd nøkur meting og skrivlig dokumentatión av, hvørjir fyrimunir og avleiðingar væntast at fylgja av niðurleggingini og teimum bygnaðarbroytingum, sum verða framdar?
7. Kann bygnaðarbroytingin hava við sær at størri verkætlanir, so sum Kampusætlanin, verða seinkaðar?
Svarað verður undir einum
Í seinasta samgonguskeiði skipaði Løgmansskrivstovan ein arbeiðsbólk saman við Fíggjarmálaráðnum og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, sum skuldi eftirmeta skipanina við almennum byggiverkætlanum. Arbeiðsbólkurin skuldi yvirskipað lýsa fyrimunir og vansar við verandi skipan ella einari nýggjari skipan, sum skuldi tryggja, at landsstýrisfólkið, sum fær játtanina, stendur fyri byggingini og hevur fíggjarliga og fakliga ábyrgd av verkætlanini.
Arbeiðsbólkurin hevði eina tilgongd, sum tók støði í arbeiðssetninginum frá landsstýrinum, trimum uppskotum um at skipa almennar byggiverkætlanir, hoyringartilfari frá samanlagt 14 viðkomandi hoyringarpørtum og eini greining og samanumtøku av samlaða tilfarinum.
Endurskoðanin hjá arbeiðsbólkinum tók millum annað støði í trimum møguleikum til bygnaðarliga skipan: At dagføra og halda fram við verandi skipan, at flyta ábyrgdina aftur til einstøku stjórnarráðini ella at lata eitt stjórnarráð hava alla ábyrgdina av øllum verkætlanum.
Mett varð, at allir tríggir møguleikar fakliga og bygnaðarliga kundu brúkast sum grundarlag fyri at skipa almennar byggiverkætlanir. Møguleikarnir høvdu hvør sær fyrimunir og vansar, og hóast tað vóru sera ymiskar hugsanir um, hvussu økið best verður skipað, hetta bæði í politisku skipanini, umsitingini og í vinnuni, mælti arbeiðsbólkurin samanumtikið til at varðveita verandi skipan við Landsverki sum byggiharra og at gera viðkomandi tillagingar.
Verandi samgonga tók beinanvegin politiska avgerð um, at bygningsfyrisitingin ikki longur skal vera hjá Landsverki, og at farast skuldi frá eini miðsavnaðari loysn fyri bygging, viðlíkahaldi o.tíl. til eina desentrala loysn, har umsitingin verður flutt frá Landsverki til tað aðalráð, sum varðar av játtanini ella bygninginum.
Størsti fyrimunurin við hesi skipanini er eitt greitt arbeiðsbýti. Landstýrisfólkið, ið fær játtanina, stendur fyri byggingini og hevur fíggjarliga og fakliga ábyrgd av verkætlanini. Við hesum er greitt, hvør hevur leiðslu og ábyrgd av byggiverkætlanini, og landsstýrisfólk hava betri fortreytir fyri at halda sína eftirlitsskyldu. Stjórnarráðið ger samstarvsavtalu við uttanhýsis byggiharraráðgevar, sum síðani taka sær av byggiharraráðgevingini og verkætlanarstýringini.
Vansar við skipanini kunnu vera, at hvørt ráð byggir upp egna serfrøði, tá ið talan er um at leiða størri byggiverkætlanir og samstarv við uttanhýsis byggiharraráðgevar. Hetta kann hava við sær, at systemvitan hvørvur, og at skipanin í størri mun verður persónsbundin.
Eyðsæð fer ein slík umskipan eisini í fyrstu atløgu í ávísan mun at ávirka verandi rakstur, verkætlanir, sum eru byrjaðar, og verkætlanir, sum verða fyrireikaðar. Tað er upp til aðalráðini í samstarvi við Landsverk at skipa fyri, at hetta umskiftið gongur so smidliga sum gjørligt.
Serligur dentur hevur verið lagdur á at skipa viðurskiftini viðvíkjandi fíggjar- og verkætlanarstýring umframt at tryggja at stýringsamboð, mannagongdir og leiðreglur verða varðveittar á sama høga støði eftir umskipanina.
Vinnumálaráðið, 19. oktober 2026
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



