Fleiri túsund fólk mótmæltu ímóti ísraelsku stjórnini í Tel Aviv leygardagin undan valinum týsdagin, skrivar TV 2.
Tey sum skipaðu fyri mótmælinum vóru fólk í Oktoburráðnum, sum er mannað við familjum hjá ofrum og gíslum frá Hamas-álopinum 7. oktobur 2023.
Tey krevja, at stjórnin skal standa til svars fyri ikki at forða fyri álopinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



