

Um 10.000 fleiri nýføðingar enn væntað vórðu føddir í Texas teir fyrstu níggju mánaðirnar eftir at amerikanski deilstaturin samtykti lóg sum í roynd og veru bannar fosturtøku, skrivar NRK.
Universitetið Johns Hopkins Bloomberg School of Public Health hevur hugt at effektini av banninum í Texas.
Í Jama skriva granskararnir at tað frá apríl til desembur 2022 vórðu fødd 297.088 børn í Texas.
Tað eru 9799 fleiri enn granskararnir roknaðu út frá modellunum teir høvdu gjørt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo