Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bústaðir: Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig víðari. Byggifyritøkan HVT byggir fyri Bústaðir, og Kontrast Arkitektar hava teknað verkætlanina.

Samlaða verkætlanin fevnir um 69 íbúðareindir og eitt felagshús. Talan er um leigubústaðir, sum verða bodnir til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.

Verkætlanin verður bygd í fýra byggistigum. Fyrsta byggistigið við 10 íbúðareindum bleiv tikið í nýtslu seint í 2020, meðan næsta byggistigið, sum fevnir um 20 íbúðareindir, verður tikið í nýtslu her á sumri 2022. Triðja byggistigið fevnir um 20 íbúðareindir og verður eftir ætlan handað Bústøðum um ársskiftið 2022/2023.

Bústaðir og byggifyritøkan HVT hava júst gjørt sáttmála um fjórða byggistig, ið fevnir um 19 íbúðareindir og eitt felagshús.

Tað serliga við byggistig fýra er, at bygt verður við CLT-eindum (Cross-Laminated Timber), ið er eitt burðardygt og umhvørvisvinarligt tilfar. Hetta er fyrsta verkætlan í Føroyum av hesi stødd, har meginparturin av innilokaða bygninginum er úr CLT-tilfari.

Ein varislig meting vísir, at tað væntandi ber til at spara 60% í CO2 útláti við at brúka CLT-eindir, í mun til um bygt varð við betong. Eisini hevur CLT tann fyrimun, at eindirnar eru lættari og at uppsetanartíðin er munandi styttri.
 
Byggistig fýra verður eftir ætlan handað um ársskiftið 2023/2024.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo