40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Týsdagin 23. mai setur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, størstu serfrøðingaráðstevnu um máltøkni um okkara leiðir.

Norðurlendska ráðstevnan um máltøkni NoDaLiDa (Nordic Conference on Computational Linguistics) verður hildin í Føroyum 22.-24. mai. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við nevndina fyri NEALT - Northern European Association for Language Technology.

Ráðstevnan, NoDaLiDa, verður hildin annaðhvørt ár og hevur nærum 50 ár á baki. At ráðstevnan í ár, NoDaLiDa2023, verður hildin í Føroyum er eitt greitt tekin um, at máltøkni av álvara er sett á dagskránna bæði á Fróðskaparsetrinum og í føroyska samfelagnum annars.

Umleið 180 granskarar, teldu- og málfrøðingar og onnur, sum arbeiða við máltøkni, hava meldað seg til ráðstevnuna. Við skjótu máltøkniligu menningini og ikki minst menningini í vitlíki fylgja bæði møguleikar og avbjóðingar. Fyri arbeiðið við føroyskari máltøkni er millumtjóða samstarv avgerandi, og m.a. tí hevur áhugi verið fyri at fáa NoDaLiDa til Føroya. Umboð fyri fyritøkur í Norðurlondum, sum arbeiða við máltøkni, luttaka, og bæði føroyskar og norðurlendskar kt-fyritøkur hava stuðlað ráðstevnuni.

Fyrsta dagin, mánadagin 22. mai, verða verkstovur í Sjóvinnuhúsinum. Sjálv ráðstevnan við fyrilestrum og framløgum byrjar í Norðurlandahúsinum týsmorgunin 23. mai kl. 9. Luttøka krevur tilmelding. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, setur ráðstevnuna.

Nodalida2023 hevur egna heimasíðu, sum sæst her.

Stuðlað ráðstevnuni hava:
Málráðið

Almanna- og Mentamálaráðið
Elektron
Dictus
Språkbanken
Tórshavnar Kommuna
Formula
BankNordik
Digitaliseringsstyrelsen
NEALT

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo