Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmurin NINA, ið snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Mikladals, er nógv størsta spælifilmsverkætlan higartil í norðoyggjum. Klaksvíkar kommuna stuðlar verkætlanini við 200.000 krónum, og teir pengarnir eru væl givnir út, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Hetta er ein slóðbrótandi verkætlan hjá okkum at vera partur av, tí hetta kombinerar fleiri vinningar við at seta sjóneykuna á Mikladal og Klaksvík og samstundis menna kreativu vinnuna, sum er ein týðandi partur av okkara vinnulívi nú og í framtíðini, sigur Jógvan Skorheim.

Gleðin um stuðulin gongur báðar vegir, tí eisini Maria Winther Olsen og hini í filmstoyminum eru glað fyri samstarvið við Klaksvíkar kommunu. – Vit eru so óendaliga takksom, tí hetta hevði slett ikki borið til uttan stuðulin úr norðoyggjum, sigur leikstjórin. Hon leggur afturat, at fíggarligi parturin sjálvandi hevur stóran týdning, men at eisini jaligi hugburðurin, sum hon hevur hitt í samband við verkætlanina, er til stóra hjálp. –

Øll hava verið so fantastiska jalig og áhugað í verkætlanini, og vit gleða okkum nú ordiliga nógv til at flyta til Mikladals og sleppa í gongd við upptøkurnar, sigur Maria Winther Olsen.

Upptøkurnar til filmin verða gjørdar frá 17. Juli til 13. August, og filmstoymið fer at búgva í Mikladali hetta tíðarskeiðið. Harumframt verða nógvar upptøkur gjørdar í Klaksvík, eitt nú á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum er arbeiðsplássið hjá mannliga høvuðsleiklutinum, William.

Leikararnir í høvuðsleiklutunum eru Marie Tourell Søderberg, sum eitt nú spældi við í DR-røðini “1864” og Nicolaj Dencker Schmidt, sum í løtuni sæst í DR-røðini “Historien om Danmark”. Bæði eru tey evnarík og vaksandi nøvn innan danska filmslist, og tí kunnu tey vónandi eisini vera til íblástur fyri ungar filmsspírar í Føroyum. Fyriuttan tey bæði eru allir leikarar í filminum føroyingar, og filmstoymið er somuleiðis í stóran mun mannað við føroyingum.

Tá ið upptøkurnar eru lidnar í august, fer eftirarbeiðið í gongd, og spælifilmurin NINA kemur eftir ætlan út tíðliga í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo