Politikarar á Christiansborg eru farnir at gera vart við seg, eftir at mótstøðan ímóti Ísrael er alsamt vaksin eftir yvirgangsálopið á Ísrael 7. oktobur og álopini sum Ísrael hevur framt á Hamas aftaná.
Stórar fólkamongdir hava gingið í gøtunum í stórum mótmælisgongum, og herróp um at fara í heilagt kríggj ímóti Ísrael hava verið at hoyra.
- Eg gangi út frá, at politiið fer at røkja sína uppgávu og syrgja fyri, at landsins lógir verða hildnar, segði Preben Bang Henriksen úr Vinstra við Jyllandspostin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo