Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Útivið fimtitúsund trø aftrat í fyrsta umfari, náttúruspælipláss, útferðarpláss og uppihaldspláss. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið einmælt at gera Dalin Langa til eitt enn betur náttúruøki at nýta til rekreatión.

Nógv er longu gjørt, serliga við gøtusambandinum frá kirkjuni og niðan í Klingruna. Dalurin Langi er í dag ein landslagskíli inn ígjøgnum býin, og ein gøta gongur gjøgnum dalin frá Hoyvíkshøllini og niðan til vegin Klingruna. Men ynski eru um geva enn betur atgongd til hetta náttúruøki og at gera tað til eitt enn betur uppihaldsstað hjá borgarunum í Hoyvík at brúka í sinum gerandisdegi.

Ætlanin er at gera fleiri gøtusambond, sum gera tað møguligt at ganga ein rundtúr í økinum og uppliva náttúruna, gróðurseta fyri at skapa lívd og framhevja náttúrukensluna í økinum og at gera uppihaldspláss við ymiskum aktivitetum, t.d. náttúruspælipláss, útferðarpláss og annað.

T.d. hevur Eigarafelagið Hoyvíkshædd fingið heimild at fara í gongd við at skipa norðasta part av dalinum til eitt býlingsfríøki hjá teimum. Føroya Tele hevur latið ein fyrispurning inn um at fáa eitt øki at gróðurseta. Arbeitt verður í løtuni við at gera eitt røktarheim á Stórubrekku, og ætlanin er, at ein partur av matriklinum hjá røktarheiminum skal vera verandi partur av fríøkinum og skal skipast við í ætlanina fyri náttúruøkið í Dalinum Langa.

Avmarkað útboð upp á heildarveiting av náttúruøkinum í Dalinum var í vár. Fýra uppskot vóru. Urtagarðstænastan hevði sambært metingini besta tilboðið, umleið 5,4 miljónir. Men av tí at ynskiligt var at tillaga verkætlanina við eitt nú at planta fleiri plantur, trø og runnar, og gera fleiri gøtur, so verða handverkaraútreiðslurnar nakað hægri at fremja verkætlanina, enn tilboðið ljóðar uppá. Mett varð tí, at tørvur var á eini játtan á kr. 6,9 mió kr íroknað mvg.

Mælt varð tí til at heimila umsitingini at fara í samráðingar við Urtagarðstænastuna um at tillaga verkætlanina við planting av fleiri trøum, at gera sáttmála við vinnandi fyritøkuna, um samráðingarnar koma á mál og at ávísa fígging á 6,9 mió. kr til verkætlanina. Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 17. oktober at heimila umsitingini at fara í samráðingar við vinnandi um at tillaga verkætlanina til eina viðarlund.

Umsitingin hevur umrøtt við arbeiðstakaran, at ynski er at planta meira, og at gera fleiri gøtur, herundir at broyta plantuætlanina, soleiðis at tættari og hægri planting verður í ynsktu økjunum. Í tilboðnum hevur arbeiðstakarin umleið 47.000 plantur íroknaðar, so í fyrsta umfari verður farið undir at broyta plantusamansetingina, fyri síðani, so hvørt plantað verður, at meta um, hvussu nógv skal leggjast afturat fyri at fáa viðarlundakensluna meiri sjónliga.

Mælt verður til at planta tætt og høgt uppat gonguleiðini á báðum síðum, serliga niðan til Klingurstjørn. Loysnin verður eftirmett, so hvørt sum arbeiðið verður gjørt øki fyri øki. Umrøtt varð, at plantast kundi serliga tætt, har gøtur koma inn á Kirkjugarðsleiðina. Spæliøkini verða skipað í samstarvi við Býarskipanardeildina, tá ið farið verður í gongd.

Harafturat er ætlanin at gera átak at betra um liviumstøðurnar hjá flogfenaði í økinum. Hugsað verður um møguleikan at gera ein hólm og planta, so dunnur fara at reiðrast í økinum. Ætlanirnar um samstarvið við Føroya Tele og aðrar vinnuligar grannar varð somuleiðis umrøtt við arbeiðstakaran. Arbeiðstakarin er sinnaður at samstarva við hesi, soleiðis at tey kunnu luttaka í plantingini.

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at ávísa fígging á 6,0 mió. kr til verkætlanina, og at heimila umsitingini at gera sáttmála við arbeiðstakara og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo