Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyrrapartin í dag setti eitt Boeing 737-800-flogfar hjá niðurlendska flogfelagnum Transavia seg á flogvøllin í Sørvági. Flogfarið er 39 metrar langt og 35 metrar breitt.

Flogfarið, ið tekur 189 ferðafólk fór úr Køln í Týsklandi í morgun. Við í flogfarinum vóru 80 ferðafólk, sum skulu ferðast í Føroyum til leygardagin, tá ið tey flúgva aftur til Týsklands.

Transavia er eitt stórt evropeiskt lágprísfelag, og hevur høvuðssæti í Niðurlondum. Transavia er eitt dótturfelag hjá risastóra flogfelagnum, Air France-KLM.

"Talið av charterflogførum til og úr Føroyum hevur verið vaksandi seinastu árini. Vit á flogvøllinum eru glað fyri at ymisk sløg av flogførum koma hendanvegin soleiðis, at vøllurin stendur sína roynd", sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo