Álitið ímillum íleggjarar á føroyska alirisan Bakkafrost er óskalað og partabrævið er nú meira vert enn nakrantíð. Hósdagin endaði kursurin á 779 norskum krónum, sum tók fyrra metið, sum var frá 31. august, tá endaði partabrævið á 778,8. Í gjár datt kursurin tó niður á 758,20.
Men lítil ivi tykist um, at partaeigarar og íleggjarar annars hava stórt álit á Bakkafrosti, sum herfyri kom við hálvársúrsliti sum var í lægra endanum á tí sum greinarar høvdu væntað.
Kursurin var niðri á 559 krónum tá korona varð staðfest í mars í fjør og øll partabrøv í heiminum vóru illa rakt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo