Partafelagið Petur Larsen í Fuglafirði hevði ikki eitt gott ár í fjør. Úrslitið var hall uppá 9,5 milliónir krónur sum skal samanberst við vinning árið frammanudan uppá eina hálva millión krónur.
Fyritøkan fæst við at menna, selja og viðlíkahalda maskinur innan fiskivinnuna, har Baader merkið gongur nógv aftur.
Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at hon er ikki nøgd við úrslitið.
Ein stór broyting í fjør var, at allar menningarverkætlanir vórðu lagdar í felagið Necto, sum Petur Larsen eigur saman við øðrum íleggjarum og er undirveitari hjá. Leiðslan í Necto væntar, at ein nýggj flakaskeringsmaskina, sum er mest týðandi menningarverkætlanin hjá felagnum, verður klár til sølu seinni í ár.
Batar eru longu at síggja í gongdini, og leiðslan væntar positivt úrslit í 2023.
- Úrslitið fyri 2022 hevur viðført, at gjaldførið er sera tepurt í løtuni. Grundað á tepra gjaldførið umframt at felagið hevur mist eginognina arbeiðir leiðslan við at fáa nýggjar íleggjarar inn í felagið, antin við at fáa nýggjan kapital, ella við at veita felagnum ábyrgdarlán. Leiðslan hevur góðar vónir og væntar, at tað fer at eydnast at fáa nýggjar íleggjarar til felagið og harvið neyðuga gjaldførið. Grundað á betraðu gongdina í rakstrinum umframt vónirnar um, at leiðsla felagsins megnar at skaffa nýggjan kapital til felagið, verður roknskapurin gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga, sigur leiðslan í frágreiðingini.
Rógvi Róin er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo