Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Leiðslan metir ikki, at úrslitið fyri 2019 er nøktandi í mun til nøgd og kostna. Hóast nýggja útgerð til at turka taran bøtti um framleiðslukostnaðin og skipan av framleiðsluni, so fekst ikki nóg nógv burturúr, tí taraskurðurin royndist ikki eins væl og ætlað, millum annað tí aliskipanin varð órógvað av óveðri í september.

Soleiðis sigur leiðslan í felagnum Ocean Raiforest, sum í nógv ár hevur fingist við slóðbrótandi taraaling á Funningsfirði.

Úrslitið í fjør gjørdist hall uppá 3,2 mió kr, sum er nógv tað størsta hallið í allari søguni hjá felagnum, sum annars hevur havt hall øll árini. Bruttovinningurin minkaði úr 1,7 mió kr í 2018 niður í at kalla onki í fjør. Samstundis nærum tvífaldaðust lønarútreiðslurnar, so tá kann ikki annað enn ganga skeivan veg. Fíggjarstøðan javnvigar við 10,3 mió kr og eginognin er 2 mió kr.

Men tað er nú einaferð eyðkenni við virksemi sum hesum, at tað ganga nógv ár við mótbrekku áðrenn roknast kann við nøkrum sum líkist einum gjøgnumbroti og lønandi rakstri.

Leiðslan er, sum vera man, ikki nøgd, men sigur eisini í frágreiðingini, at felagið nú hevur prógvað, at tað er væl ført fyri at knýta kundasambond á altjóða marknaðinum. Øll framleiðslan í fjør er seld.

Nevnt verður eisini, at stórar vónir eru til avtaluna sum dóttirfelagið í USA hevur við orkumálaráðið í Washington um at standa fyri aling av tara útfyri Kaliforniastrondina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo