Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Hvørt summar bjoðar Føroyamálsdeildin eitt altjóða skeið í føroyskum máli, bókmentum og søgu, og áhugin fyri tí er bæði stórur og vaksandi millum útlendsk lesandi.

Nú evstamark at søkja fór, eru 46 umsóknir komnar úr Norðurlondum, Týsklandi, Onglandi, USA, Grikkalandi, Portugal, Japan og Sveis. Talið er ov stórt til, at øll fáa pláss, men tey, sum lúka treytirnar fyri upptøku koma á bíðilista.

Ein treyt fyri at fáa pláss á summarskeiðinum er, at umsøkjararnir eru innskrivaðir til lestur á øðrum høægri lærustovni, og at tey hava grundleggjandi vitan um germansk mál.

Skeiðið í ár verður frá 1. - 21. august, og tað eru Sissal Maria Rasmussen og Lena Reinert, sum fyrireika og samskipa skeiðið.

Bergur Durhuus Hansen, sum er dekanur á Føroyamálsdeildini, heldur, at hetta altjóða summarskeiðið er virðismikið og vælumtókt.

- Fleiri av teimum, sum hava verið á summarskeiði undanfarnu árini, eru í dag týðarar úr føroyskum í onnur mál ella eru vend aftur á Fróðskaparsetrið sum gestagranskarar, hava skriva ritgerðir um føroyskt ella hava á annan hátt hildið fram og arbeitt við føroyskum, sigur hann.

- Summarskeiðið prógvar eisini møguleikarnar, sum eru í at menna altjóða skeið á Fróðskaparsetrinum sum heild, sigur Bergur Djurhuus Hansen.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo