Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

40 listafólk hava sent inn uppskot um listprýðing av nýggja skúladeplinum, Glasir.

Nevndin, ið er sett at skipa fyri listprýðing, er sera væl nøgd við innkomnu uppskotini. “Vit eru ovfarin av, at so nógv listafólk hava víst áhuga fyri uppgávuni, og vit eru sera fegin um at hava fingið so nógv góð uppskot at velja ímillum, “ sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í listprýðisnevndini.

Listprýðisnevndin hevur mett um innkomnu uppskotini og hevur valt tey listafólk út, ið fáa høvi at gera eitt gjøllari uppskot til listprýðing.

Úrslitið er, at 11 av teim 40 listafólkunum eru boðin at koma við nágreiniligum uppskoti til, hvussu tey vilja listprýða ávís støð í bygninginum. Listafólkini fáa freist til 31. oktober at koma við skitsuuppskoti, og tá tekur listprýðisnevndin endaliga støðu til, hvørji listafólk fáa uppgávuna at listprýða Glasir. Listprýðingin skal vera liðug, tá bygningurin verður tikin í nýtslu, eftir ætlan í august 2017.

Limirnir í listprýðisnevndini eru:
- Umboð fyri Glasir: Bogi Bech Jensen, rektari, formaður í listprýðisnevndini
- Umboð fyri bygningseigara, Mentamálaráðið: Armgarð Weihe, fulltrúi
- Umboð fyri arkitektin, BIG: Finn Nørkjær, arkitektur
- Umboð fyri byggiharran, Landsverk: Bárður í Baianstovu, arkitektur
- Umboð fyri listafólkini: Hansina Iversen, listafólk
- Umboð fyri listfrøðina: Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo