Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er stórur áhugi fyri virkseminum hjá Faer Isles Distillery, sum fæst við framleiðslu av Gin, Akvavit og seinni eisini Whisky í Vestmanna.

- Men seinkingarnar sum raka alt og øll í hesum døgum hava eisini rakt ætlanirnar fyri, nær farast kann undir framleiðslu av whisky, tí útgerðin er ikki komin til landið enn. Nú verður mett, at útgerðin kemur síðst í mai mánaða, verður upplýst í tíðindabrævi.

Eigararnir hava ætlanir um at byggja goymsluhølir í Kvívík, og tíðin ímeðan bíðað verður eftir útgerðini, verður so ístaðin brúkt uppá at fyrireika hesa byggingina.

Eisini verða høli til vitjandi á distillarínum í Vestmanna fyrireikað.

- Áhugin fyri at vitja hevur verið stórur, og um alt gongst sum ætlað, við tí fyrivarninum sum tíðin tilskilar, verða hesi hølini klár í summar, verður upplýst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo