Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Revsilógarmálini fækkaðu meir enn eina helvt úr knapt 1.100 í 2007 niður í 532 í 2020.

Men nú hevur verið ein vøkstur seinastu tvey árini upp í 634 í fjør.

Eitt øki skilir seg burturúr, tað er fráboðanir um siðamisbrot, har tað hevur verið ein sera stórur vøkstur síðstu fimm árini. Hetta vísa yvirlit um virksemið hjá løgregluni.

Tann stóra minkingin í revsilógarbrotum sæst serliga aftur í málum um herverk, ið eru fækkað úr sløkum 400 árliga niður í 100, og viðvíkjandi innbrots- o.ø. stuldri, ið eru fækkað úr eini 450 fyri 20 árum síðani niður í 143 í fjør. Málini um harðskap vóru fækkað niður í 55 í 2017, men eru nú aftur økt upp í tað dupulta til 111 í 2022.

Sum nevnt víkir gongdin við siðamisbrotum frá.  Øll árini frá aldarskiftinum fram til 2017 var árliga talið av fráboðanum um 20. Síðani er talið hækkað ógvisliga upp í 113 í fjør.

Fráboðanirnar er ónáðan og ærumeiðing hava øll hesi 20 árini sveiggjað um 30–60 mál árliga, men tó við einum lítlum vaksandi trendi hesi seinastu árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo