Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SSL: Arbeiðarafeløgini, ið eru í verkfalli, hava játtað Strandferðsluni undantaksloyvi at avgreiða siglingina við ferðafólkum sum vant. Strandferðslan fær ítøkiliga undantaksloyvi til at loysa og binda skipini, hava vaktarhald um náttina, vaska umborð og bunkra olju.

Við støði í undantaksloyvunum fer Strandferðslan tí at røkja siglingina á oyggjaleiðunum eftir vanligu ferðaætlanunum. Farmaflutningur við ferjunum er tó fyribils umfataður av verkfallinum, og farmastøðirnar hjá Strandferðsluni avgreiða tí ikki farm.

Sambært arbeiðarafeløgunum er koyringin hjá Bygdaleiðum, sum í mong ár hevur verið útveitt til privatar busseigarar, umfatað av verkfallinum. Strandferðslan hevur grundað á sáttmálarnar við busseigararnar heitt á hesar um at siga frá, hvørjar farleiðir møguliga ikki koyra orsakað av verkfallinum, og hvørjar møguliga koyra. Nærri boð um hetta verða givin á www.ssl.fo og umvegis sms-skipanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo