Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sannur ruðulleiki hevur valdað í Kongressini í Washington í dag, tí ósemja er um, hvør skal vera nýggjur formaður í  Umboðsmannatinginum.

Innanhýsis stríð hjá republikanarunum ger, at teirra høvuðsvalevni, sum er Kevin McCarthy,  ikki fær nóg nógvar atkvøður. Ein lítil partur av republikanarunum hava atkvøtt fyri einum heilt øðrum valevni, Byron Donalds, sum kortini ikki er høvuðsvalevnið.

Fleiri atkvøðugreiðslur hava verið í dag, men hvørjaferð hevur Kevin McCarthy verið nakrar fáar atkvøður ov stuttur til at fáa meirilutan. Hetta er ein støða, sum ikki hevur verið síðani 1923, tað vil siga fyri 100 árum síðani.

Til ein nýggjur formaður er valdur, fær Umboðsmannatingið ikki farið til arbeiðis. Tí verður hildið fram við royndunum at fáa ein meiriluta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo