Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í einari grein frá 2019 skjeyt eg upp, at vit í staðin fyri at avmarka og “straffa” okkara eldru við mótrokningum fyri at gera ein innsats eftir pensjónsaldur, áttu vit heldur at lati tey arbeitt sum vanligt. Og eg síggi, at hettar fær breiða undirtøku, nú frá fleiri valevnum í nærum øllum flokkum.

Sjálvt um vit við fast-track skipanini hava innflutt útlendska arbeiðismegi, sum hevur gjørt góðan mun á nógvum økjum, fáa vit ikki nøkta starvsfólkatørvin á heilsu, eldra- og dagstovnaøkinum.

Samstundis sum vit stríðast við hesa støðugt vaksandi avbjóðing, “læsa” vit í stóran mun okkara eldru úti frá arbeiðismarknaðinum. Vit kundu bøtt um hesi viðurskifti við at menna eina stutt- ella langtíðar skipan, sum ger at okkara egnu fólk kunnu halda fram at arbeiða, uttan mótrokningar. Tey hava royndirnar innan fleiri av hesum økjum, og summi av teimum vilja sleppa at gera mun og samstundis tjena sær fleiri pengar til lívsins uppihald. Tey eru jú her - so hví ikki?

Hettar gera vit!

Eyðdis Hartmann Niclasen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo