

Google hevur sagt ja til at strika myndirnar av Ayers Rock, eftir ynski frá Anangufólkinum.
Anangufólkið kravdi at teirra heilaga fjall, Ayers Rock í tjóðarparkini Uluru-Kata Tjuta, var strikað frá Google Streetview, skrivar ABC Australia.
Og sambært avísini sigur Google Australia at ynski longu er eftirlíkað um at strika myndirnar.
- Vit skilja at tjóðarparkin Uluru-Kata Tjuta er eitt sera heilagt stað hjá Anangufólkinum. Og tá ið gjørdist greitt fyri okkum, so strikaðu vit myndirnar, sigur ein talspersónur fyri Google.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo