Í sambandi við, at Barnahjálpin hevur 10 ár á baki, verða stuðulskonsertir í Perluni í Vágsbotni leygardagin og sunnudagin.
Komandi vikuskifti, leygar- og sunnudagin 1. og 2. apríl, fer Barnahjálpin at hátíðarhalda 10 ára virksemi við konsertum og loppumarknaði, sum verða í Perluni og á Perlutorginum í Vágsbotni.
Leygardagin 1. apríl, kl. 11 – 16, verður loppumarknaður í Perluni og á Perlutorginum.
Leygardagin 1. apríl klokkan 17.00 verður ein stuðulskonsert í Perluni, har gentukór, dreingjakór, tey á Váli og TrippleTrio fara at syngja.
Sunnukvøldið 2. apríl klokkan 19.30 verður ein stuðulskonsert á Reinsarínum, har Uni Debes, Jens Marni Hansen, Signar á Homrum og Ólavur á Váli Olsen fara at framføra.
Báðar dagarnar verður greitt frá arbeiðinum hjá Føroysku barnahjálpini og møguleiki verður eisini at tekna seg sum stuðul til skúlagongd hjá børnum.
Pengingurin fer óskerdur til Føroysku barnahjálpina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo