Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tropiska ódnin Freddy, sum hevur herjað sunnara partin av Afrika hesa seinastu tíðina, hevur elvt til svára humanitera kreppu í Malavi. Undantaksstøða er lýst í suður Malavi og mett verður, at meir enn ein hálv millión menniskju eru rikin frá húsum.

Reyði Krossur: Malavi stríðist frammanundan við eini umfatandi kolerafarsótt, og ódnin hevur einans gjørt ilt verri.

Reyði Krossur er á staðnum við nógvum sjálvbodnum og ger bjargingararbeiði í hættisligum støðum.

Sanna Nolsøe Djurhuus, sum til dagligt arbeiðir fyri Reyða Kross í Malavi, hevur sent okkum myndirnar, tá hon fyri døgum síðan var í landspartinum Mulanje - harðast rakta økinum.

Reyði Krossur Føroya letur 300.000 kr. til at hjálpa neyðstøddum eftir oyðileggjandi ódnina.

Hevur tú hug at stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi í Malavi, ber til at lata eina upphædd eftir ynski á konto hjá Reyða Krossi og viðmerkja ”Malavi”.

- Bank Nordik: 6460 4946954
- Betri: 9181 4950013
- Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
- Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Reyði Krossur Føroya hevur ígjøgnum langa tíð stuðla verkætlanum í Malavi, bæði ávaringaskipanum, sum komu væl við, tá ódnin Freddy rakti, men eisini við at stuðla foreldraleysum og útsettum børnum. Les meir um arbeiðið og um hvussu tú kanst gerast stuðul at børnum í Malavi á https://redcross.fo/bornmalavi/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo