Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Stuðulskonsertin fyri Ukraina, ið var sunnukvøldið, gav eitt eitt einastandandi og met gott úrslit. Tá talt varð saman, vóru heilar 8,3 millióir krónur savnaðar inn til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina.

Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, bæði í Ukraina, í grannalondunum, umframt við Flóttahjálpini her í Føroyum.

Vit vóru tikin á bóli, at undirtøkan fyri tiltakinum var so stór, tá fleiri túsund einstaklingar, fleiri enn 400 fyritøkur, feløg, kommunur, skúlaflokkar og onnur, ið stuðlaðu innsavningini. Vegna ovurstórt trýst á heimasíðuni, bar tíverri ikki til at nevna øll hesi á lýsingarbreddanum. Á heimasíðuni hjá Reyða Krossi ber nú til at síggja teir stuðlar, ið ynsktu at verða nevndir, og viðkomandi upphæddir, umframt at tað ber til at síggja sendingina og samlaða úrslitið frá einstaklingum.

Sí her: https://redcross.fo/studulskonsert-takk/

Reyði Krossur takkar øllum hjartaliga, sum hava hjálpt okkum at hjálpa. Eisini ein serlig tøkk til øll, sum hava hjálpt til á ymsan hátt, bæði í tíðini frammanundan og á kvøldinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo