Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Her er eitt tilboð til familjuna, sum kundi hugsað sær at rørt seg meira saman sum familja.

Frambrot skipar fyri einari stuttligari løtu leygardagin 01. okt. kl 12.00 í flottu høllini í Skúlanum á Fløtum. Familjan kann møta upp og hoyra eitt sindur um ABC fyri sálarligari heilsu, Signar Hilmarsson greiðir eisini stutt frá um sítt nýggja virkið Frambrot, og so verður ein púra ókeypis venjing fyri alla familjuna.

Endamálið við familjuvenjingini er, at familjan kann røra seg saman sum familja. Venjingin er skipað so, at bæði foreldur og børn fáa eina gevandi venjing. Tað vil siga, at venjingin passar seg til bæði til tann stóra og sterka pápan, og til ta lítlu og fittu gentuna og alt har ímillum.

Vegleiðandi aldursmark til tey minstu børnini er 7 ár. Annars er einki aldursmark, øll í familjuni kunnu koma, tey ungu, tannáringar og foreldur. Venjingin og framløgan er skipað soleiðis, at eitt barn (ca 10 ár), ein tannáringur (ca 16 ár) og bæði foreldur kunnu fáa eina góða uppliving og venjing saman.

Skráin fyri leygardagin:

Klokkan 12.00 - 12.30

Signar forklárar um venjingartilboðið (familjuvenjing) og um Frambrot sum heild. Monika Mohr frá Fólkaheilsuráðnum greiðir frá um ABC fyri sálarliga heilsu.

Klokkan 12.30 - 13.30

- Felags upphiting við Signari

- Stuttlig upphitingarspøl við familjuni

- Familjuvenjing - bæði foreldur og børn fáa eina góða venjing

- Turbo upprudding

Fyri at tryggja, at tað ikki verða ov nógv í høllini, skulu øll tey, sum kundu hugsað sær at vera við í venjingini, skriva til Frambrot (sí Facebook) "Vit vilja vera við" og skriva talið av familjulimum, ið koma við. (Dømi: Vit koma við og vit eru 4 fólk).

Frambrot steingir tilmeldingina, tá ið 40 hava meldað seg til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo