Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: Jólini nærkast í hvørjum og desember mánaði kann hava nógv ymiskt at bjóða. Hendan tíðin kann verða bæði hugnalig og møðandi. Fyri summi er tíðin merkt av gleði, hugna og nærveru, og fyri onnur er hon kanska í størri mun merkt av einsemi, strongd, angist og sorg.

Eins og aðrar tíðir á árinum hevur tað týdning at ansa eftir og styrkja sálarligu heilsuna á jólum. Tí hevur ABC fyri sálarliga heilsu 8 uppskot til, hvussu tú kanst varðveita góða sálarliga heilsu og gera mun fyri bæði teg og onnur við at fylgja boðskapunum #vervirkin #versaman #verhugbundin.

Við ABC fyri sálarliga heilsu eggja vit til, at vit koma hvør øðrum við og stuðla hvør øðrum í desember. Í staðin fyri at leggja stóran dent á gávur, eggja vit til heldur at leggja størri dent á at gera góðar gerðir fyri bæði teg og onnur.

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól við hesum átta ráðum til desember:

Her eru 8 ráð til at styrkja sálarligu heilsuna í desember

1. Legg størri dent á at gera góðar gerðir, heldur enn at keypa gávur
At gera góðar gerðir er ein bílig og einføld gáva – og kann hava minst líka nógv virði og góða ávirkan á bæði teg og onnur, sum ein keypt gáva. Smáar gerðir hava týdning og kunnu gera stóran mun í gerandisdegnum hjá tær og øðrum. Vitja onkran, sum situr nógv fyri seg sjálva/n, lat onkran koma fram um teg í bíðirøðini, skriva eina fitta heilsan til ein starvsfelaga, tosa blídliga við tey, sum avgreiða teg í handlum, ella smíl og sig hey við tey, tú møtir. Møguleikarnir fyri góðum gerðum eru nógvir og tær smáu gerðirnar muna!

2. Brúka tíð í náttúruni
Hóast veðrið kann vera illfýsið í desember, royn og stremba eftir at brúka nógvar løtur úti í náttúruni og fá dagsljós, tá tað ber til. At vera úti í náttúruni hevur ómetaliga góða ávirkan á sálarligu heilsuna og vælveruna. Varnast frísku luftina, litirnar, vindin, kanska kavan ella stjørnuklára himmalin.

3. Gev tær stundir til at vera saman við familju og vinum
Hóast tú kanska hevur nógv um oyruni í desember, gev tær stundir til familju og vinir. Ring til ein vin ella familjulim, ið tú ikki hevur sæð leingi, vitja onkran, ið hevur tað svárt í desember ella savna vinir ella familju til hugnaliga samveru. At hava kensluna av at hoyra til hevur stóran týdning fyri sálarligu heilsuna.

4. Royn okkurt nýtt
Set tær eina avbjóðing og royn okkurt nýtt í desember. Far til eitt tiltak, ið tú heldur tykist áhugavert, og sum tú ongantíð hevur verið til fyrr, royn eitt nýtt puslispæl, lær eitt nýtt kort- ella borðspæl saman við familju, ver kreativ/ur við at gera nýtt jólapynt ella royn eina nýggja uppskrift.

5. Gev tær stundir til tín sjálvs
Hóast boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu er at vera virkin, saman og hugbundin, merkir tað ikki, at vit alla tíðina skulu út at reika. Tú kanst vera virkin bæði kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga. Tað hevur eisini týdning at steðga á við hvørt, og geva tær stundir til at hjúkla um teg sjálva/n. Tú kanst t.d. hyggja í eina myndabók, lesa eina bók ella útinna róligar kropsrørslur, ið fáa teg veruliga at slappa av.

6. Byrja nýggja siðvenju
Um tú ikki hevur siðvenjur í desember, so tak stig til at byrja eina nýggja. Savna gamlar vinir ella familju, ið tú sjáldan sært til jólaklipp ella ein drekkamunn. Skipa fyri felags gongutúri ella farið saman til eitt alment tiltak.

7. Ver virkin – eisini í jólafrítíðini
Í jólafrítíðini kunnu vit hava lyndi til at gloyma at hugsa um okkara kropsligu heilsu. Gev tær stundir til at fara ein gongutúr, rennitúr ella enntá skreiða á sletu, um tað er kavi. Øll rørsla munar.

8. Ger “ver virkin, ver saman, ver hugbundin” til títt slagorð fyri 2023
At vera virkin, hava kensluna av at hoyra til og at fáast við ymiskt, ið er við til at geva tær kenslu av meining í lívinum, er við til at styrkja og varðveita góða sálarliga heilsu. Hugsa um, hvat gott tú hevur gjørt fyri tína sálarligu heilsu í 2022 – og halt fast í tí góða, ið tú hevur gjørt, og stremba eftir at raðfesta tína sálarligu heilsu í 2023.

Um ABC fyri sálarliga heilsu
ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan hjá Fólkaheilsuráðnum, sum snýr seg um at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum. Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, ið ger lívið vert at liva. Við at vera virkin á ymiskan hátt, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu.

Ver virkin: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.

Ver saman: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av.

Ver hugbundin: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo