

Sigurd L. Lamhauge, formaður í Tunnilsáhugabólkinum: Verður Suðuroyartunnilin bygdur á sama hátt, sum hinir undirsjóvartunlarnir, er sannlíkt at føroysk byggivinna verður skorin í helvt.
Við tí úrsliti at føroysk byggivitan, nú og í framtíðini, í stóran mun verður flutt í onnur lond.
Forkanningin hjá Landsverki av einari nýggjari suðuroyarleið staðfestir, at einans 10% av kostnaðinum fyri verkætlanina kann fíggjast við brúkaragjaldi.
Tað merkir, at í 30 ár skal landskassin rinda 185 mió krónur um árið til ein nýggjan Suðuroyartunnil.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo