At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Summartónar í Sandavágs kirkju, mikukvøldið 3. august kl 8.

Danskur urguleikari spælur summartónar.

Tað er urguleikarin Poul S. Jacobsen, sum fer at spæla. Poul virkar annars sum urguleikari við Vor Frue Kirke í Aarhus. Á skránni er millum annað nýskrivaður tónleikur av Sunleif Rasmussen.

Sunleif hevur til hesar konsertir skrivað tríggjar urgukoralir yvir løg av Jógvan Waagstein.  Fyriskipararnir av Summartónum hava í hesum føri verið so hepnir, at Statens Kunstfond í Danmark hevur játtað at fíggjað framleiðsluna av urgukoralunum. Løgini, sum Sunleif hevur valt sum íblástur til urgukoralirnar, eru "Aldan brýtur", "Fýkur stormur" og "Summarmorgun".

Poul fer eisini at spæla urgukoral av Kára Bæk, kenda stykki Fantasi og fuga í g-mol av J. S. Bach og tónleik av Schumann og av fronsku tónaskøldunum Cesar Franck og Camille Saint-Saëns.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo