Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Tele: Sunnunáttina 20. august skiftir Føroya Tele kjarnutøknina á farnetinum frá Huawei til Ericsson. Skiftið fer fram í stigum, og roynt verður at skipa so fyri, at kundarnir verða ávirkaðir minst møguligt.

– Tá okkara kundar fara at brúka fartelefonina sunnumorgunin 20. august, so verður nýggja kjarnutøknin frá Ericsson grundarlagið undir samskiftinum. Tá er farnetið hjá FT Samskifti grundað á Ericsson-tøkni úr enda í annan, og Huawei er sløkt, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti. 

Skiftið, sum væntandi fer at taka umleið tríggjar tímar, fer fram í stigum sunnunáttina. Landið verður býtt í økir, sum eitt í senn skifta frá gomlu tøknini til nýggju tøknina. 

– Henda tøkniliga broytingin fer fram sunnunátt, tí tá er vanliga lítil ferðsla á netinum. Vit royna at gera alt fyri, at kundarnir merkja sum minst til skiftið, tó at eg ikki kann veita fulla vissu fyri, at einki óvæntað tekur seg upp, sigur Símun Skaalum.  

Kundar kunnu í sambandi við skiftið leita sær kunning á heimasíðuni, www.ft.fo, og tað ber eisini til at ringja til FT Samskifti á telefon 808080 sunnudagin, um trupulleikar stinga seg upp. 

5G er næsta stigið 
Í fyrstu atløgu er bara talan um eitt tøkniligt skifti, men um miðjan oktober verða 5G og aðrir nýggir hentleikar ætlandi at finna á nýggja farnetinum.  

Í fjør heyst gjørdu FT Samskifti og Nema avtalu um, at Nema kann knýta í antennuskipanina á farnetinum hjá FT Samskifti, meðan feløgini hvør sær hava kjarnutøkni til egnar tænastur. Avtalan er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir avtaluna. 

– Vit fáa ikki latið upp fyri 5G og øðrum nýggjum hentleikum, fyrr enn Kappingareftirlitið hevur góðkent avtaluna, og Nema hevur havt møguleika at knýta í netið, sigur stjórin í FT Samskifti.  

Hugsanin aftan fyri avtaluna millum FT Samskifti og Nema er, at brúkarin skal hava sama góða dekning á farnetinum hjá FT Samskifti um allar Føroyar, men at hann framvegis kann velja tann veitara, sum gevur honum bestu hald og tænastur.  

– Talan er um umfatandi tøkni og stórar íløgur. Við avtaluni tryggja vit eitt farnet í heimsklassa, har 5G verður við til at lyfta Føroyar upp á ovastu rók við sterkum tráðleysum sambandi, sum er týðandi partur av talgilda samfelagnum, staðfestir Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo