At tey standa í andgletti ger, at trøini festa djúpar og sterkar røtur
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At tey standa í andgletti ger, at trøini festa djúpar og sterkar røtur
- Dolly Parton
Politikkur

Sambandsflokkurin: Til ársfund Norðurlandaráðsins, sum í hesum døgum verður hildin í Helsinki, er vorðið greitt, at Sunnvá Dahl Høgfeldt er vald til varaforseta fyri Norðurlandaráðið.

Tað er týdningarmikið, at Føroyar eru umboðað við eini sterkari rødd í Norðurlandaráðnum, og tí eru vit errin av og stuðla fult uppundir, at Sunnvá skal røkja hendan sessin. Sunnvá skal røkja sessin í seinnu helvt í 2027, og Føroyar deila sessin við Grønland.

“Arbeiðið við at broyta Helsingforsavtaluna er avgerandi fyri, um Føroyar skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tí fari eg at halda fram við arbeiðinum hjá mínum forgangarum, og stríðast fyri fullgildigan limaskap fyri Føroyar í Norðurlandaráðnum,” sigur Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Vit ynskja Sunnvá hjartaliga tillukku við varaforseta sessinum, og ynskja henni somuleiðis góðan arbeiðshug!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #