Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavn.fo: Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Tórshavnar Kommuna hava skapað eitt netverk við eldhugaðum og motiverandi ambassadørum, sum bjóða Føroyar og Tórshavnar kommunu fram sum eitt stað at halda altjóða fundir, ráðstevnur og tiltøk.

Ítróttartiltøk eru ein náttúrligur og spennandi partur av hesum, sum umframt at savna fólk í Føroyum, eru við til at fremja samanhald, spæligleði, góða heilsu og kappingaranda.
Á móttøku fyri Eydnudeildini og Lykkeliga á Hotel Føroyum skírisdag, handaði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu nýggja ambassadørinum prógvið.

Heðin Mortensen segði m.a., at Eydnudeildin er við til at inkludera ein enn størri part av okkum, sum við hesum eisini fáa sínar ítróttarhetjur og sínar sigrar, sum hava so stóran týdning fyri okkum øll.

Grundgevingin fyri at tilnevna Súsannu Eliassen er:

”Ein Ambassador of the Faroe Islands er heitið fyri hana, sum hevur lovað at arbeiða fyri at fáa eitt altjóða ítróttartiltak, fund ella ráðstevnu til Føroya.
Ambassadørurin er stoltur av Føroyum, har hon býr og virkar.
Hetta hevur Súsanna Eliassen, forkvinna í Eydnudeildini, longu megnað og er tað uppá tíðina, at hon fær handað Ambassadørprógv, sum ein rættur ambassadør.”

Tórshavnar kommuna ynskir Súsannu Eliassen hjartaliga tillukku við nýggja heitinum. Vónandi verður Eydnu Cup eitt afturvendandi tiltak í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo