Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hoyringarskriv til kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti í 2024.

Fiskimálaráðið hevur sent kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti til hoyring hjá avvarðandi pørtum, og Føroya Reiðarafelag hevur hesar viðmerkingar. Talan er um broytingar til verandi kunngerð.

Týðandi og prinsipiellar broytingar eru gjørdar í kunngerðini í mun til undanfarin ár, og tí krevur kunngerðin eina nærri viðgerð. Okkum vitandi er hetta fyrstu ferð, at ein landsstýrismaður av sínum eintingum broytir tað lutfalsliga býtið ímillum tær ymsu kvoturnar, sum verða útlutaðar á hvørjum ári.

Tilmælið hjá ICES fyri svartkjaftakvotuna í 2024 var ein hækking uppá umleið 12,5%, og tann føroyska kvotan er nú endaliga ásett við støði í hesum tilmæli.

Greitt er, at trý sløg av kvotum hava fingið ta lutfalsligu hækkingina, sum liggur í tí endaligu føroysku kvotuni fyri 2024. Menningarkvoturnar fáa 8,5% av tí ásettu føroysku kvotuni smb. §14 í sjófeingislógini. Hetta merkir, at hesar kvotur fáa eina hækking uppá 12,5%.

Síðani eru tað kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir og uppboðssølukvotur smb. §15 í lógini, ið fáa júst ta somu lutfalsligu hækkingina uppá 14,6%.

Føroyska heildarkvotan hækkar eisini við 14,6%, eftir at gomlu menningarkvoturnar, kvotur til onnur lond og vinnuligar royndir eru drignar frá. Kvotur til upprunaligar rættindahavarar hækka tó bert sløk 2%.

Hetta merkir við øðrum orðum, at tær “gomlu” kvoturnar ikki verða mettar sum ein lutfalsligur partur av heildarkvotuni í hesi kunngerðini, hóast menningarkvotur, kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir og uppboðssølukvotur fáa sína neyvu lutfalsligu hækking.

Greitt er, at talan er um eina broyting av býtinum, sum sjófeingislógin frá 2019 leggur upp til. Lógin ásetir býtið til menningarkvotur, vinnuligar royndir og verkætlanir og uppboðssølukvotur, og hesir lutir standa nevndir í lógini. Viðmerkingarnar til lógina siga síðani greitt, hvussu restin av uppsjóvarkvotunum skulu býtast.

Tær serligu viðmerkingarnar til ásetingarnar í §16 hava nakrar neyvar og nágreiniligar útrokningar av, hvussu uppsjóvarkvoturnar av makreli, norðhavssild og svartkjafti flyta seg í mun til hækkingar og lækkingar í tí tøku føroysku kvotuni, ið er tann samlaða føroyska kvotan áðrenn býti við onnur lond.

Serligu viðmerkingarnar til §16, stk. 2 vísa, hvussu ein kvota flytur seg yvir tíð, tá ið heildarkvotan er lægri enn hámarkið í §15, stk. 1.

Frágreiðingin til talvu 4.2 sigur:

“Sum talvan vísir, verða 8,7% av heildarkvotuni á 53.161 tons, t.v.s. 4.625 tons, seld sum sølukvota. Ein partur verður latin teimum, sum í 2018 og 2019 hava keypt sær 3 og 8 ára rættindi á uppboði, sum eisini ásett í § 9. Talan er um 3.349 tons í 2020 (6,3% av 53.161 tonsum). Restin av kvotuni undir markinum verður útlutað øðrum rættindahavarum, sum undir løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi hava fingið útlutað kvotur av hesum fiskasløgum. Hesir fáa sambært døminum 45.186 tons.”

Her verður ásett, at restin av kvotuni verður útlutað øðrum rættindahavarum, sum undir gomlu lógini hava fingið útlutað kvotur av hesum fiskasløgum.

Talvan greiðir víðari frá, hvussu kvotan verður býtt, tá ið heildarkvotan aftur hækkar og verður hægri enn markið, sum er ásett í §15, stk. 1:

“Í staðin verður kvotan útlutað millum teir aktørar, sum hava lut í kvotuni í 2020, har øll fáa sín lutfalsliga part av hækkingini, sum eisini ásett í § 16, stk. 2. Tá kvotan aftur lækkar, lata eisini øll lutfalsliga, sum lýst við døminum niðanfyri fyri ár 2022, tá kvotan aftur lækkar.”

Aftur her verður gjørt greitt, hvussu ein hækking av heildarkvotuni verður býtt millum tær ymsu kvoturnar.

Eingin ivi er um, at endamálið við lógini var at gera eitt býti millum tær ymsu kvoturnar, soleiðis at rættindahavarin veit, hvussu stórur hansara partur av tí tøku føroysku kvotuni er. Tískil átti landsstýrismaðurin eisini at fylgt tí uppskrift, sum er útgreinað og ásett í viðmerkingunum til lógina, tá ið hann nú ásetir ta endaligu kvotuna av svartkjafti.

Spurnartekin verður tí sett við, um landsstýrismaðurin hevur løgfrøðiliga heimild til at broyta býtið av kvotunum í eini kunngerð uttan at broyta lógina.

Vinnunevndin gjørdi í 2019 nakrar broytingar til uppskotið, har uppboðssøla varð avtikin, og hesin partur skuldi latast til vinnuligar royndir og verkætlanir ístaðin. Álitið hjá vinnunevndini gjørdi tó greitt, at talan er um somu skipan sum í upprunauppskotinum, har greitt verður frá, hvussu tær ymsu kvoturnar hækka og lækka lutfalsliga, tá ið føroyska kvotan broytist.

Merkisvert er, at tann fyrra svartkjaftakunngerðin frá desember 2023 fylgir tí upprunaliga býtinum millum tey ymsu sløgini av kvotum. Tá ið tann endaliga kvotan verður ásett, verður tó farið burtur frá hesum býti aftur.

Eingin ivi er um, at hendan broytingin fer at elva til eina kappfisking um at fiska sína egnu kvotu skjótast gjørligt fyri at sleppa at fiska ein part av felagskvotuni. Hendan kappingin er helst longu byrjað. Hetta merkir eisini, at skipini í minni mun hava møguleika fyri at leggja sín fiskiskap til rættis soleiðis, at tey fáa sum mest burturúr sínum kvotum.

Í fjør var gongdin í svartkjaftaprísinum soleiðis, at prísurin var lutfalsliga høgur fyrst í árinum. Síðani lækkaði hann munandi ímóti sumri, tá ið vertíðin leið ímóti endanum. Tó var prísurin aftur høgur út á heysti og við ársenda. Tískil kundi tað loysa seg at bíða við at fiska ein part av kvotuni til seinni á árinum. Hendan kunngerðin hevur við sær, at skip fara at royna at fiska alla sína kvotu skjótt fyri at fáa ein so stóran lut av
felagskvotuni sum gjørligt.

Tískil er vandi fyri, at skip ikki hava møguleika fyri at bíða við at fiska ein part av kvotuni á heysti, tá ið prísurin aftur kann verða hægri, um mynstrið verður eins og í fjør. Hetta skapar í øllum førum eitt insitament til at fiska skjótt fyri at fáa størri nøgdir til høldar heldur enn at leggja til rættis, soleiðis at mest fæst burturúr hvørjum tonsi.

Eitt upprit er skrivað viðvíkjandi teimum broytingum, sum nú verða framdar. Uppritið inniheldur ongar grundgevingar fyri broytingunum í býtinum av svartkjaftakvotuni. Tá ið ongar grundgevingar verða førdar fram, er trupult at meta um, hvør ætlanin aftanfyri broytingarnar er, og hvørjum máli landsstýrismaðurin ætlar røkka.

Tískil kann eisini sigast, at ongar sakligar grundgevingar eru førdar fram fyri, at uppskriftin fyri býtinum av uppsjóvarkvotum í serligu viðmerkingunum til lógina ikki skal fylgjast longur.

Týdningarmikið hjá fiskivinnuni er at hava tryggar karmar kring sítt virksemi og tey rættindi, sum virksemið byggir á. Fleiri nýggj uppsjóvarskip eru og verða bygd í hesum døgum við støði í teimum kvotum, sum eru tillutaðar. Tískil er týdningarmikið, at karmarnir eru støðugir og kunnu metast at vera galdandi fram í tíð.

Sigast kann, at hendan kunngerðin skapar eitt stórt ivamál um, hvørjar karmar reiðaríini hava at arbeiða undir frameftir. Tann sami leisturin viðvíkjandi tí lutfalsliga býtinum av kvotum hevur sum skilst verið brúktur øll árini, síðani nýggjar lógir komu í gildi í 2018 og 2020. Tískil eigur tað at standa greitt, hvørja heimild landsstýrismaðurin hevur fyri at gera eitt nýtt býti í kunngerð.

Føroya Reiðarafelag               

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo