Menniskjan livir sum um hon ongantíð fer at doyggja. Og doyr so uttan nakrantíð at hava livað
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Veterineru myndugleikarnir í Svøríki hava staðfest herviligu sjúkuna afrikanska svínapest hjá villsvínum einar 160 kilometrar norðan fyri Stokhólm. Og tað er ikki gott, tí sjúkan er sera deyðilig.

Tað er annars umleið 1.000 kilometrar til næsta stað, har sjúkan er staðfest, har eysturi í Týsklandi.

Hvussu sjúkan er komin til Svøríkis, dugir ongin at siga.

Sjúkan smittar ikki fólk.

Hon er vanlig í eitt nú Russlandi, Kina, Póllandi, Rumenia, Týsklandi og Ungarn.

Tá sjúkan er staðfest, eru einastu ráðini at drepa og burturbeina øll svínini á garðinum.

Framleiðarar av svínakjøti í Norðurlondum stúra nú fyri, at sjúkan kann fara at breiða seg til onnur lond eisini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo