40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Kenslan er góð, friðurin sælur. At verða væl móttikin og fyrigivin. At verða náðaður og settur í frælsi er stórt. Tað gevur mót og áræði. Tað elur tøkk og takksemi. Móti mær hevur faðirin á himli verið góður.

Hóast tað persónliga vigar væl í prædikuni, so er frelsan í Jesusi ein vónríkur boðskapur til alla mannaættina. Tað er ein bíbilskur sannleiki, at hvør tann, ið ákallar Jesu navn, skal verða frelstur.

Syndin er hugtakandi, spennandi og tølandi eina tíð. Tá ið hon fær fastatøkur, skiftir hon ham og gerst eirindaleys. Tá ið syndin tekur yvir og stendur við stýrisvølin, bróta sjógvarnir og skola mangt omanav.

Syndin er sum hugtak yvirskipað og abstrakt. Hon vellir fram úr tí hugsan, at hin einstaka menniskjan sjálv er miðdepilin.

Í GT er grundsjónarmiðið, at syndin er eitt sáttmálabrot, har Ísraels fólk seta Guðs skipanir, boð og forskriftir til viks. Sáttmálabrotið er sjálv syndin.

Tann ítøkiliga syndin er ein fylgja av, at sáttmáli Guðs við ættarfaðirin Ábraham er vrakaður. Tann ítøkiliga syndin staðfestir ta broyting, at menniskjan sjálv vil ráða fyri borgum og sæta sær.

Í GT sæst syndin hjá Ísraels fólki ítøkiliga, tá ið Guðs fyriskipan verður sett til viks í politiskum og sosialum viðurskiftum. Mótstøða móti skipan Guðs føðir syndina millum menniskju.

NT vísir, at læran um syndina ikki er tað grundleggjandi høvuðsmálið í Jesu boðan. Miðdepilin er boðskapurin um fyrigeving syndanna í Jesu orðum og verki.

Og tó! Guðs ríkis koma til jarðar við Jesusi staðfestir, at syndin er ein veruleiki í tilveru manna. Syndin er innaní okkum.

Bønin um fyrigeving syndanna veitir okkum í trúnni á Jesus ein nýggjan møguleika mitt í tí falna heiminum. Vit verða endurloyst og endurnýggjað til likams, sál og anda. Vit gerast frí og fræls longu í tí jarðiska, tá ið syndin er fyrigivin og skuldin strikað.

Tá ið menniskjan er syndari, er tað ein natúrligur partur av gleðiboðskapinum, at vit mega venda um og geva Guðs ríki gætur. Talan er um eina hugburðsbroyting, ið verður givin okkum.

“Men eftir tað at Jóhannes var givin upp, kom Jesus til Galileu og prædikaði gleðiboðskapin um Guð og segði: “Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!” (Markus 1,14-15).

Í NT er syndin greinað sum gudloysi, tað at menniskjan skúgvar Guðs vilja, ið er opinberaður í Jesusi, til viks. Hóast atferðin verður tillagað, megnar menniskjan ikki at fjala tað ónda, sum býr í hjartanum.

Tala Bíbliunnar um synd er ikki tekin um dapurt lyndi og svartskygni. Evangeliini eru ikki upptikin av at lýsa og greina syndina út í æsir.

Evangeliið um Jesus ber tey gleðiboð, at menniskjan við fyrigeving og náði Guðs fær eitt betri lív. Jesus hevur vára vegna vunnið á syndini við deyða og uppreisn.

At Jesus kom til jarðar og gjørdi sátt fyri syndir várar prógvar, hvussu samgrógvin syndin er við menniskjað og tilveruna. Frelsa merkir einfalt, at vit vegna Jesu fullgjørda verk verða loyst úr syndarinnar hafti.

Syndin er ein sjónligur veruleiki í og rundan um okkum. Vit mega ikki tøla okkum sjálv ella fjala henda veruleikan fyri hvør øðrum ella kirkjuliðinum. Vit mega vera ærlig, um vit ynskja at vera andaliga sonn og varðveita trúvirði.

Hóast syndin er syndarlig, er frelsa Guðs í Jesusi Kristi undurfull og lívgandi. Vit mega eins og Jesus prædika henda møguleikan, so vit og onnur kunnu koma til trúgv og hvíla í trúnni.

Kristnin skal vísa samtíðini á møguleikan til eitt gott og innihaldsríkt lív, har syndarin er fríur og settur í frælsi.

Vit mega skapa vón, har vónloysi valdar. Kveikja kertur, har sorti valdar. Vera ljós í einum myrkum heimi. Vit, ið eru frí og sett í frælsi, mega geva medmenniskjunum vónina um ein vælsignaðan morgindag.

Í Jesu navni og í bønini um fyrigeving syndanna er tað syndarliga ikki ein varandi bági. Kom til Jesus við syndini og ber hana til hansara.

Kom inn í kirkjuna og kenn teg væl saman við okkum. Vit eru eisini syndarar, ið hvønn dag hava tørv á Guðs náði og menniskjansligari miskunn.

Leita innar í tína kirkju ella samkomu og kenn teg væl. Nógv av okkum, ið prædika hava sjónlig arr í hjarta, sál og sinni. Fortíðin er ikki einans fagur lesnaður.

Vit greiða tær fegin frá tí stóru broyting, tá ið vit gjørdust frí í Jesusi og tí frælsi, hann eigur at geva. Vit kunnu vitna, at kirkjan vegna Jesus rúmar syndarum. Tá ið vit sjálv loksins komu innum kirkjugátt, tók kirkjuliðið væl ímóti okkum. Amen.

Orðið: “Og teir, sum sótu til borðs við honum, fóru at siga við sær sjálvum: “Hvør er hesin, sum eisini fyrigevur syndir?”” (Lukas 7,49).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo