Órættvísi er ein partur av lívinum, sum vit øll fáa at smakka. Summi meira enn onnur. Tað er órættvíst
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Órættvísi er ein partur av lívinum, sum vit øll fáa at smakka. Summi meira enn onnur. Tað er órættvíst
- ókendur
Lesarin skrivar

Hannah Arendt helt, at frælsi sprettur fram, tá fólk tala og handla saman í almenna rúminum (politikkur). Tá eitt mál verður sagt ikki at muga gerast eitt politiskt stríðsmál ella mál, verður ikki bara ósemja forðað. Tey, sum tørva hjálp ella vilja broyting, verða stundum sett í bíðistøðu, meðan málið verður flutt inn í tekniskar og „ikki-politiskar“ mekanismur.

Eitt dømi kann vera tænastur í barnavernd. Spurningar um stødd, góðsku, bíðitíð, úrtøku, viðgerð ella hvussu nógv tilfeingi skal latast til barnaverndartænastur raka børn, foreldur og heilar familjur, sum ofta eru í kreppu. 

Tá tað verður sagt, at hetta ikki má gerast eitt politiskt stríðsmál, men bara loysast fakkligt og teknisk, verða tey, sum tørva hjálp, sett í bíðistøðu. Málið verður minni sjónligt, og rúmið at krevja broytingar og at svara hvør øðrum verður skert.

Frá ytst vinstru verður vantandi tilfeingi og langar bíðitíðir í barnavernd ofta sæð sum úrslit av manglandi politiskum vilja; at kalla tað ikki-politiskt er ein máti at forða broytingum og lata tey veikastu bíða. Í midjuni er hugurin pragmatiskur: styrkja tænasturnar við betri samskipan, fleiri starvsfólkum og skjóttari viðgerð, uttan at gera tað til eitt ideologiskt og pengaligt stríð. Frá ytst høgru verður fokus ofta á, at tað almenna ikki skal blanda seg ov nógv inn í familjulívið, og at loysnir skulu byggja á persónliga ábyrgd. 

Ofta verður eitt mál sagt at vera “ikki-politiskt” tá tað er eitt torført mál, og tað er torført at finna semju um politikkur kemur í tað. Semja kann finnast, men hon má finnast við at halda málinum í politiska rúminum – við opnum tosi um tilfeingi, góðsku og ábyrgd – so at loysnirnar bæði tryggja skjóta hjálp og lata tey veikastu verða hoyrd. Annars verður „ikki-politiskt“ eitt orð fyri bíðistøðu.

Jóhannes Miðskarð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #