Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Soleiðis havi eg tað við Óla Hans Andreasen.

Vit komu báðir úr Hvítusunnusamkomuni og var tað skjótt klárt fyri mær, at hann hevði evnir, sum ikki rúmaðust innan fyri teir karmarnar.

Tað skal so sigast, at tónleikaliga tilgongdin innan kristiligu karmarnar var í eini rembingartíð, og vóru vit í Te Deum ein av fyrstu rockbólkunum - innan kristna tónleikalívið.

Óla Hans valdi at fara sína leið og var við í bólkinum Funkies, sum sanniliga var serstakur tá í tíðini.

Eg minnist væl tær kenslurnar eg og fleiri ivaleyst fingu, at hann valdi tann leistin, men evnini hjá Óla Hans vóru ivaleyst nógv víðari, enn hann fekk pláss fyri í samkomuni.

Eg minnist henda unga stilla drongin, sum ikki gjørdi nógv úr sær sjálvum, men tónleikaligu evnini vóru í serflokki.

Hvíl í friði, Óla Hans.

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo