Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Tjóðveldisflokkurin velur á fólkatingsvalinum í 1988 at stilla upp við einum valevni. Tað er Finnbogi Ísakson, sum tá arbeiðir sum tíðindamaður í SVF.

Hann sigur við floksgagnið 14. september undan valinum:

“Vit fara at gera hetta fólkatingsvalið til eitt politiskt val og ikki eitt familjuval, har tað veldst um hjá einum valevni at hava eina stóra familju, gott starv ella ávís fakfelagslig tilknýti.”

Á fólkatingsvalinum tann 10. mai 1988 fáa Finnbogi Ísakson og Tjóðveldisflokkurin í alt 4.690 atkvøður. Framgongdin er sløk 5 prosentstig, og flokkurin verður fjórðstørstur við góðum 20 prosentum av samlaðu atkvøðunum.

Eftir valið staðfestir Finnbogi Ísakson:

“Eg skal ikki dylja yvir, at eg vildi fegin verið fólkatingsmaður. Ikki fyri mína egnu skuld, men fyri skuld frælsishugsjónar.”

Fólkatingssøgan hjá Tjóðveldi er serstøk. Flokkurin er stovnaður í 1946 og sýtir í nógv ár fyri at stilla upp til fólkatingsval, men stillar síðani upp fyri fyrstu ferð í 1973. Síðani hevur flokkurin stillað upp øll fólkatingsval, sum hava verið.

Tjóðveldi tekur støðu hvørja ferð á flokstingi, um flokkurin skal stilla upp til fólkatingsval.

Valdu fólkatingslimirnir hjá Tjóðveldi:

Erlendur Patursson: 1973 og 1975
Høgni Hoydal: 2001, 2005, 2007 og 2015.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo