Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er ikki eiti á lyftum nú upp undir komandi løgtingval; neyvan størri sjónleikur spældur áður. Men eingin er komin við eini loysn um, hvussu gildið skal fíggjast.

Her hongur ikki saman!

Skulu øll arbeiða minni, og skulu øll hava meir í løn, og skulu stovnarnir hava fleiri stólar, so má peningurin koma onkrastaðni frá!

Takið meir frá privatu vinnuni, sigur Javnaðarflokkurin. Hann tosar um vinnur, sum hava fingið framíhjárætt. Eg meini tað!

At privata vinnan hevur avlop líkist ongum, sigur Tjóðveldi.

Góðu Føroya fólk. Hugsið um, hvussu gott vit hava tað í Føroyum:

Um vit gera eina samanbering – um vit gera eina globala mynd - so mást tú møta 150 000 menniskjum úti í verðini, áðrenn tú møtir -tí fyrsta- sum hevur tað líka gott sum føroyingurin. Líka gott sum tú hevur tað, og sum eg havi tað. Hetta er ein framíhjárættur uttan líka.

Sjálvandi er tað onkur sum trýtur, og teimum skal hond vera tikin um! Men at tosa um neyð og elendigheit í Føroyum er ikki rætt. At frásiga sær sjálvsábyrgd er so óføroyskt, sum tað kann vera.

So góðu vinir: at lova sól og undanvind uppundir svartan vetur, tað kemur ikki at halda.

Tí verður hetta mítt ynski: Ein sterkan vinnuflokk, og ein størri kvinnuflokk.

So verður okkum lív lagað.

Vel lista A til valið 8. desember
Katrin Kjartansdóttir
Ein sterkan Vinnuflokk og ein størri Kvinnuflokk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo