Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Fyrst í skúlaárinum hugdu næmingarnir í 9.b við langtandi eygum at hinum næmingunum í 9. flokki í Eysturskúlanum, sum fingu fartelefonina aftur í matarsteðginum, men tað gera teir ikki longur.

- Vit vóru at byrja við øvundsjúk inn á hini, og vit hildu, at tað var órættvíst, at tey sluppu at fáa telefonina aftur í matarsteðginum, og ikki vit. Nú eru vit von við, at vit ikki sleppa at hava fartelefonina, meðan vit eru í skúla, og tað er eingin trupulleiki.

Soleiðis siga Olaf Eyðfinsson, Heini Hofgaard Johannessen, Flykra av Skarði og Birita Vestergaard Jensen. Tá ið vit biðja tey lýsa, hvussu tað var, tá ið tey sluppu at hava fartelefonina eftir matarsteðgin, siga tey við ein munn, at øll fóru í telefonirnar og vóru har so ofta og nógv, tey kundu.

- Eg má viðganga, at eg kendi ongan, tí eg valdi telefonina framum at vera saman við hinum, sigur ein teirra.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo