Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Biddarar”! Tað er orðið, sum føroyskir fólkatingsmenn hava fingið slongt omanyvir seg, tá teir tey seinnu árini hava roynt at skaffa stuðul til ymiskar føroyskar verkætlanir.

Onkuntíð er stuðulin játtaður á donsku fíggjarlógini og onkuntíð hava danskir grunnar stuðlað ymiskum tiltøkum í Føroyum.

Sum dømi um, hvat stuðulin er brúktur til, kann nevnast ein bussur til føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn, havgransking, umvæling av Gamla hospitali, og ungdómar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi kunnu fáa stuðul til at fara á háskúla hjá hvørjum øðrum.

Men ístaðin fyri at fegnast um møguleikarnar, sum hesin stuðulin hevur givið føroyingum, so hava atfinningarsomu røddirnar valt at kalla alt fyri “bidding”.

Tað sama verður eisini sagt um ríkisstuðulin, sum á hvørjum ári er við til at fíggja ymiskan rakstur í føroyska samfelagnum. Fyri at sleppa av við hann, hevur sitandi samgonga sett sær sum mál, at í hesum valskeiðinum skal árligi stuðulin minka við 100 mió. krónum. 

Men nú hendir tað merkiliga, at landsstýrið, sum millum annað er samansett av tveimum loysingarflokkum, ætlar at yvirtaka tann danska Íleggingargrunnin, og allir pengarnir skulu brúkast til at fíggja almennar útreiðslur í Føroyum. Tey hava ikki bara “biddað” ÚR grunninum, nei tey ætla sær avstað við øllum grunninum sum hann er. Og sum eg skilji á løgmanni, so vita tey longu, hvat alllar 700 milliónirnar skulu brúkast til.

Ikki tí – undanfarna landsstýri arbeiddi eisini við at yvirtaka Íleggingargrunnin, og tað arbeiðið var næstan komið á mál, tá val varð útskrivað.

Tað sum eg bara haldi vera so løgið er, at nú eru tað tey somu sum tosa um at “bidda” úr donskum grunnum, sum sjálvi fara avstað við einum heilum grunni, sum hevur ikki minni enn 700 mió. krónur í virði. 

- Men nú er tað ikki at “bidda”.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo