Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Útgjaldslágmark í barsilsskipanini

Spurningar:
1. Hvat hevði kostnaðurin verið av at áseta eitt lágmarksútgjald úr barsilsskipanini á ávikavist 5.000, 10.000 ella 15.000 krónur?

2. Hvussu nógvum prosentstigum skal inngjaldssatsurin økjast við hjá hvørjum borgara fyri at dekka økta kostnaðin fyri ávikavist eitt lágmark á 5.000, 10.000 og 15.000 krónur?

Viðmerkingar:
Ein av høvuðsorsøkunum til fosturtøku eru fíggjarligu umstøðurnar hjá mammuni og pápanum. Tað kundi tí verið skilagott at tryggjað øllum foreldrum eina lágmarksupphædd í barsilsskipanini ella aðrari skipan. Hetta fyri at minka um, at tað fíggjarliga frameftir er orsøk til at velja fosturtøku.

Áður hevur verið kjakast um, at skipanin er órættvís á tann hátt, at tú bert fært nakað burtur úr barsilsskipanini, um tú leggur arbeiðslív og barnsburð til rættis á ávísan hátt. Summir borgarar kunnu eiga fleiri børn, men ongantíð fáa nakað úr barsilsskipanini, men hinvegin bert gjalda inn í grunnin.

Afturat hesum stendur so at siga allur vesturheimurin í tí støðu, at ov fá børn verða fødd. Eitt nú hevur stjórnin í Ungarn ætlanir um at strika inntøkuskattin hjá øllum kvinnum, sum hava føtt í minsta lagi fýra børn. Ein lágmarksupphædd í barsilsskipanini kundi verið eitt líknandi átak at bøtt um hendan trupulleikan, sum eisini ger seg galdandi í Føroyum.

Orsakað av at landsstýriskvinnan ikki fekk svarað øllum spurningum til munnligar fyrispurningar mikudagin 6. september 2023, verða hesir spurningar settir sum ein § 52a fyrispurningur.

Á Løgtingi, 7. september 2023
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo