- Tað sum eg bleiv mest keddur av var, at ongin annar sum var inni í hølinum talað at. Heldur ikki starvsfólkini.
Soleiðis sigur Jakob Fauerby, sum bleiv landskendur í Danmark tá hann vann "Vild med dans" kappingina saman við Silas Holst.
Jakob Fauerby var í sendingini Credo hjá Armgarð Arge, og greiddi frá lívi sínum, ikki minst eftir at hann gjørdist kendur ímillum fólk.
Jakob hevur eina sokallaða ælabogafamilju, tí hann er giftur við Anders og saman við Rebekku eiga teir Onnu. Samstundis er hann virkin innan kirkjugátt, og hann heldur, at vit hava gloymt borgarligu dygdirnar at vera høvisk og hava jaligan málburð.
Spurdur um síni upplivilsi í Føroyum greiðir hann frá hvussu tað var at blíva verbalt álopin í einum vertshúsi í Havn. Tað var ein "vildt dårlig" oplevelse, sigur hann, men tað ringasta var, at ongin annar inni í hølinum talaði at.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo